Vágasound til tey fáu og væluppløgdu

Tinganest spældi eina inniliga og hugnaliga konsert fyri einum heldur tómligum FLAGS tjaldi, men lagið var øgiliga gott, millum væluppløgdu áskoðararnar.

 

Vágasound og føroysk presisheit hoyra ikki saman, hetta mátti eg staðfesta, tá eg eftir trupulleikar við at tjekka inn, sum fjølmiðlafólk á ársins Summarfestival, kom á konsert við Tinganest ein minutt, áðrenn konsertin skuldi fara í gongd. Tí longu á veg niðan móti teltinum hoyrdi eg eyðkendu tónarnar av Tinganest. Eg fekk tó um endan á lagnum, tá eg kom inn í rættiliga tómliga teltið kl. 17.29.

 

Rungandi bassur

Ivaleyst átti tíðspunktið og ráliga veðrið sín leiklut, at ikki fleiri komu á konsertina. Men vit, sum vóru har, fingu eina deiliga løtu við syngið við lagaskattinum hjá Tinganest. Eina løtu, ið tó var merkt av, at tað rungaði dekan ov illa av bassinum í tómliga tjalddúkinum á FLAGS teltinum.

 

Tinganest og Villmenn

Tinganest anno 2012 er ein samanrenning millum bólkarnar Tinganest við teimum báðum Magnus á Stongum og Jóan Jakku Guttesen og Villmenn við Holgar Jakobsen og Finnur Joen Jacobsen. Ein samanrenning, ið veruliga tykist fullkomin. Teir klæða hvørjum øðrum. Serliga tær tríggjar røddirnar hjá Magnus, Jóan Jakku og Holgar, ið allar eru so øgiliga ósannlíkar sangrøddir, við nógvum karakteri, ið saman við Finni skiftast um at syngja kór hjá hvørjum øðrum. Hetta er uppskriftin til konsentrera vágasound.

 

Syngið við

Tað var tónleikurin, ið var í fokus, lag aftan á lag spældu teir, uttan at siga eitt orð við áskoðarnar. Inntil Vágagellan var á skránni, og Magnus á vanligan undirspældan hátt segði: “Nú kemur Vágagellan, nú fara tit at syngja við”, og vit brølaðu við.

Meðan Magnus og Jóan Jakku standa so stillir á pallinum, at Oasis virkar vilt, so var eitt øgilgt lív á Vilmonnunum, Finni vælspælandi við stórum smíli handan trummurnar og Holger á elgittara. Teir ljóða veruliga væl saman, hetta er ikki fínt í kantunum, men fult av inniligheit.

Hitt aftan á hitt var spælt og vit sungu við, væl hjálpt av einum riðili av vágagellum, ið stóðu arm í arm fremst við og sungu hvørt orð: “Skeivur sum ein hani…”, “Tú vart mín dreymur, bjørt sum eitt jólaljós…”, Babbar mugu ikki forstýrast…”, “Hon er her í kvøld…” og aðrar ógloymandi reglur.

 

Eitt sindur av hinum

Móti endanum av framførsluni sluppu vit eisini at hoyra eitt sindur av tí, ið limirnir hava gjørt í øðrum samanhangum, sosum “1001 nátt”, sum Vágaverk hjá Jóan Jakku eigur og “Ongan veg” hjá Holgari. Løg, sum í hesum sambandi ljóðaði sum Tinganest, og bestemt ikki gjørdu framførsluna verri.

 

Bólkurin slapp ikki av pallinum, fyrr enn eykalagið “Annan sang” var sungið, væl stuðlað av væl uppløgdum áskoðarum. Meðan eg gekk oman móti Vágsbøi, kundi eg illa annað enn hugsað, um hvussu væl hetta hevði havt riggað á Stóra Palli um miðnáttarleitið, tá Vágsbøur er fullur av fólki.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *