Jólakalendarin 20. desember – dagsins gáva til tín

Prix Føroyar var nakað av tí stórsta, ið er hent í føroyskum tónleiki, úr øllum skotum og krókum komu bólkar av alskyns slagi. Bólkar sum skrivaðu egnan tónleik, og við dreyminum um stóra pallin í Norðurlandahúsinum fóru á pall til undanumfør kring allar Føroyar.

Fyrstu árini vóru áskoðaraatkvøðurnar sera týdningarmiklar og í onkrum umførum sluppu lokalir bólkar ígjøgnum, ið neyvan høvdu vunnið seg í finaluna vóru bert dómarar, ið valdu.

Ein av hesum bólkum var Arrestment, hóast sangarin Finnur síðan er blivin ein týdningarmikil limur í Tinganest, Vágaverki og Villmonnum, so var hetta ein sera ungur og óroyndur oddamaður. Framførslan bleiv ein kultklassikkari millum tónleikarar í 1990’unum. Mín kalendaragáva til tykkara er Arrestment live í Prix Føroyar finaluni 1997.

nissa_smallGóðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja,  eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

 

 

Vágasound til tey fáu og væluppløgdu

Tinganest spældi eina inniliga og hugnaliga konsert fyri einum heldur tómligum FLAGS tjaldi, men lagið var øgiliga gott, millum væluppløgdu áskoðararnar.

 

Vágasound og føroysk presisheit hoyra ikki saman, hetta mátti eg staðfesta, tá eg eftir trupulleikar við at tjekka inn, sum fjølmiðlafólk á ársins Summarfestival, kom á konsert við Tinganest ein minutt, áðrenn konsertin skuldi fara í gongd. Tí longu á veg niðan móti teltinum hoyrdi eg eyðkendu tónarnar av Tinganest. Eg fekk tó um endan á lagnum, tá eg kom inn í rættiliga tómliga teltið kl. 17.29.

 

Rungandi bassur

Ivaleyst átti tíðspunktið og ráliga veðrið sín leiklut, at ikki fleiri komu á konsertina. Men vit, sum vóru har, fingu eina deiliga løtu við syngið við lagaskattinum hjá Tinganest. Eina løtu, ið tó var merkt av, at tað rungaði dekan ov illa av bassinum í tómliga tjalddúkinum á FLAGS teltinum.

 

Tinganest og Villmenn

Tinganest anno 2012 er ein samanrenning millum bólkarnar Tinganest við teimum báðum Magnus á Stongum og Jóan Jakku Guttesen og Villmenn við Holgar Jakobsen og Finnur Joen Jacobsen. Ein samanrenning, ið veruliga tykist fullkomin. Teir klæða hvørjum øðrum. Serliga tær tríggjar røddirnar hjá Magnus, Jóan Jakku og Holgar, ið allar eru so øgiliga ósannlíkar sangrøddir, við nógvum karakteri, ið saman við Finni skiftast um at syngja kór hjá hvørjum øðrum. Hetta er uppskriftin til konsentrera vágasound.

 

Syngið við

Tað var tónleikurin, ið var í fokus, lag aftan á lag spældu teir, uttan at siga eitt orð við áskoðarnar. Inntil Vágagellan var á skránni, og Magnus á vanligan undirspældan hátt segði: “Nú kemur Vágagellan, nú fara tit at syngja við”, og vit brølaðu við.

Meðan Magnus og Jóan Jakku standa so stillir á pallinum, at Oasis virkar vilt, so var eitt øgilgt lív á Vilmonnunum, Finni vælspælandi við stórum smíli handan trummurnar og Holger á elgittara. Teir ljóða veruliga væl saman, hetta er ikki fínt í kantunum, men fult av inniligheit.

Hitt aftan á hitt var spælt og vit sungu við, væl hjálpt av einum riðili av vágagellum, ið stóðu arm í arm fremst við og sungu hvørt orð: “Skeivur sum ein hani…”, “Tú vart mín dreymur, bjørt sum eitt jólaljós…”, Babbar mugu ikki forstýrast…”, “Hon er her í kvøld…” og aðrar ógloymandi reglur.

 

Eitt sindur av hinum

Móti endanum av framførsluni sluppu vit eisini at hoyra eitt sindur av tí, ið limirnir hava gjørt í øðrum samanhangum, sosum “1001 nátt”, sum Vágaverk hjá Jóan Jakku eigur og “Ongan veg” hjá Holgari. Løg, sum í hesum sambandi ljóðaði sum Tinganest, og bestemt ikki gjørdu framførsluna verri.

 

Bólkurin slapp ikki av pallinum, fyrr enn eykalagið “Annan sang” var sungið, væl stuðlað av væl uppløgdum áskoðarum. Meðan eg gekk oman móti Vágsbøi, kundi eg illa annað enn hugsað, um hvussu væl hetta hevði havt riggað á Stóra Palli um miðnáttarleitið, tá Vágsbøur er fullur av fólki.

 

Vágasound í originalum líki

Ein røð av syngið-við slagarum og útvarpshittum framførd av teimum, ið hava gjørt tey og við teimum røddum, ið vit øll hava lært at elska, soleiðis kann framførslan hjá Tinganest best lýsast.

Tinganest er bólkurin, ið framum allar aðrar hevur myndað tað sonevnda vágasoundið, og tað er ikki á hvørjum degi, at vit sleppa at uppliva originalarnar úr Vágum.

Settir at spæla í FLAGS-tjaldinum beint eftir steypafinaluna var lagt upp til eitt gott gamaldags bygdaball, við Tinganest, Vágagellini, Babbum, henni sum fyrr sang sangir um kerligheit og øllum hinum slagarunum.  Tíanverri stóð bólkurin tó ikki at spæla hetta tíðspunktið í skránni, og tað man vera høvuðsorsøkin til, at ikki fleiri vóru í teltinum hesa løtuna.

Eisini kann lítil ivið verða um, at júst hesin lættið og syngið-við vinarligi tónleikurin hevði riggað betur seinni um kvøldið, tá promillan var hægrið og lagið betur.

Men originalarnir leveraðu vøruna.

Vegna sjúku var annar gittarleikarin ikki við í kvøld, men sum ein trio riggaði bólkurin heilt væl, og serliga stuttligt var, at teir sungu tær manglandi gittarsoloirnar.

Hetta er so sjarmerandi og føroyskt sum nakað kann verða.