Tá kirkjan letur dyrnar upp

hamferd-havnarkirkju05

Tá eg fimm minuttir í átta hetta fríggjakvøldið kom oman til Havnar Kirkju, var bíðirøðin heilt oman á vegin. Ikki nóg mikið við, at øll atgongumerkini mánadagin vóru rivin burt eftir einari løtu, nei, fólk vildi eisini tryggja sær, so gott pláss sum tilber og møttu tí upp, væl áðrenn dyrnar lótu upp.

 

Har vóru hópin av fólki, ið ikki vanliga fara í kirkju, men eisini hópin av fólki, ið ikki vanliga fara til eina Hamferð konsert.

 

Hetta er í sær sjálvum vísir, at Dómprósturin Uni Næs og hansara kirkjuráð tóku røttu avgerðina, tá tey lovaðu Dómamálmsbólkinum Hamferð, at spæla konsert har.

 

Nú var eg somikið kvikur mánadagin, at eg fekk fatur á atgongumerki til konsertina, og slapp at uppliva hetta frambrot innan nýtslu av føroyskum kirkjum, og tað eri eg glaður fyri. Hetta var ein konsert har bæði klokkur, kirkjuorgul og Tórshavnar Manskór blivu partur av Hamferð upplivingini, og í deiligu akkustisku umstøðunum var ljóðupplivingin ofta stórsligin.

 

Tað er fantastiskt, at dómpróstur gongur á odda við hesum, og vónandi er hetta eitt signal til aðrar føroyskar kirkjur at royna at endurnýggja seg, við eitt nú tónleikatiltøkum, ið bróta frá.

 

Mínar vónir til konsertina vóru ivaleyst dekan ov stórar, tí henda samanrenningin av Føroya tyngsta bólki, við hesum ófatiliga inniliga og sorgblíða tónleiki og Dómkirkjuni var fín, men so ikki meira enn tað.

 

Jú hæddarpunktini vóru fleiri, og her má eg nevna løtuna har Manskórið í onkrum sum mest ljóðaði sum ein flokkur av píndum djevlum, gav “Harra Guð, títt dýra navn og æra”, eina ótrúliga feita dimensión. Lagaskráin boðaði frá góðum, um komandi fløguna, eisini frálíki og varierandi vokalurin hjá sangaranum Jón Hansen gjørdi upplivingina bæði góða og áhugaverda.

 

Men samansetingin av Hamferð og kirkjuni livdi ikki heilt upp til vónirnar. Tí  dómkirkjan er ein nokkso festlig kirkja innan, við sínum bláu, gyltu og reyðu litum, minnir hon í litavalið meira um eitt Tivoli enn eina kirkju, so tann inniligheit, ið onkur onnur kirkja kundi givið, kom ikki ordiliga til sín rætt har.

 

Sjálvandi hevur kirkjan nógva sál, og at lív og deyði altíð eru partar av hennara innihaldið til dagligt, setur síni spor, bæði hjá okkum sum vitja hana í sambandi við eitt nú dóp ella jarðarferðir, men eisini í sjálvum hølunum. Tí er ein ávís inniligheit har, men eg hevði vænta, at hetta var  meira til staðar.

 

Akkustikkurin í kirkjuni gjørdi upplivingina serliga, og eg vóni, at vit framyvir sleppa at uppliva nógvar aðrar rokkkonsertir í kirkjum kring Føroyar, tí tá dómpróstur letur dyrnar upp, so er tað eitt signal til restina av prestunum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *