So var ummæli aftur á skránni

20140521-091909.jpgFløgan hjá Jákupi Eli; Nóasynd umframt ein røð av konsertum var á skránni, tá eg vitjaði Eyðfinn Jensen í Brunsj, næstseinastu ferð áðrenn sendingin fer í summarfrí.

Hoyr eitt nú ummæli av Benjamin á F’Ljóð stovukonsert, av Lív Næs í Sirkus og Absent Silver King og Hamferð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Umframt sjálvandi Nóasynd hjá trubadurinum úr Sumba.

Føroyskt sperm og danskt økopott

gestanuddil

Samansetingin kundi valla verið meiri fjølbroytt, men kortini gav tað mesta meining, tá tiltakið De forblæste øer varð hildið á Christiania farna vikuskiftið.

Er hann nevndur, er hann kendur. Føroyski høvdingurin í danska náttarlívinum, Edmund S. Jacobsen. Litríkur er hann og tað eru tónleikatiltøkini, hann skipar fyri eisini. De forblæste øer var eitt gott dømi um hetta.

 

Tiltakið varð hildið á Loppen, ið er fyrsta spælistaðið, tú kemur til á Christiania. Eitt rátt og avlangt høli á 1. hædd, har konsertir eru so at siga hvørt kvøld í vikuni. Fyri júst einum ári síðani spældu 200 har – nú var túrurin komin til fýra onnur føroysk nøvn: Øssur Johannesen, The Dreams, MC-Hár og Hamferð.

 

At síggja til fýra ógvuliga ymiskir bólkar, sum tó hava fleiri felagsnevnarar. Hjá øllum pørtum var talan um teirra fyrstu framførslu á Christiania. Og fyri allar partar er eisini tað galdandi, at teir hvør í sínum lagi og á hvør sín hátt hava verið slóðbrótarar og undangongu menn á føroyska tónleikapallinum.

 

Dugnaligi og dámligi tónleikarin Knút Háberg Eysturstein var diskari hetta kvøldið undir navninum DJ Knút. Hann var maðurin, sum byrjaði og endaði tiltakið, og sum annars syrgdi fyri rætta huglagnum inni í Loppen. Og tað krevur sín mann, tí tá tiltakið byrjaði mundu tað valla vera meiri enn 30 fólk. Tá tað vóru mest vóru 300. Alt broyttist allatíðina. Fólk komu og fóru. Tónleikurin á pallinum skifti stíl, so hvørt ein bólkur fór av og annar kom á. Fólk fingu fleiri øl innanbora – og tað veit gud um tað ikki passar, um onkur føroyingur ikki roykti uttanfyri. Altso sigarettir. Og hassjsigarettir. Joints, tey kalla. Massar av teimum. Liðugtrullaðar eins væl og fólk eisini miksaðu sjálvi. Hassj, skunk, pott og so framvegis. Vistfrøðiligt eisini. Eingin nevndur, eingin gloymdur. Og eingin doyði, átti eg at lagt aftrat.

Knút loftaði øllum við sínum tónleiki. Visti allatíðina hvat lag var hóskandi – og tað var Svarti ravnur hjá Kræklingum millum annað. So hava christianittarnir eisini hoyrt tað! Herligt.

 

ossurÓgvuliga hóskandi var Øssur fyrsti maðurin á pallinum. Uttan mun til hvør listagreinin er, ið Øssur úttrykkir seg í, so krevur hann nógv av tí, ið móttekur. Tíbetur gevur hann eisini eina rúgvu aftur – og soleiðis var eisini leygarkvøldið. Tað er myrkt og tað er óinnpakkað. Hann borðreiðir tað sum tað er, tí hann veit, at tað er gott. Hansara vøra er góð og talar fyri seg. Soleiðis var eisini leygarkvøldið á Christiania, sum fyri Øssursa viðkomandi byrjaði við, at ein yrking varð koyrd frá, áðrenn bassurin blídliga buldraði avstað. Myrkt, men samstundis leikandi lætt. Í ein góðan hálvan tíma. ”Takk”, segði hann so, reistist og fór av pallinum. Einki roks. Júst sum við tónleiki hansara, skaldskapi hansara og málningunum.

 

thedreamsSíðani fingu vit eitt stílskifti, ið vildi nakað. The Dreams vóru næstir á pallinum – og tað sást á fjøldini. Nú eru tannáringar í Danmark Beliebers og Directioners, men fyri nøkrum árum síðani átti The Dreams størstu fjepparafjøldina. Dreamers kallaðu tey seg – og tey fylgdu teimum fýra føroyingunum allastaðni. Nú hava flestu fýrarnir í The Dreams eisini aðrar tónleikaverkætlanir at ganga uppí, The Dreams hevur spælt millum lítið og einki tey bæði seinastu árini, so fjepparaskarðin er ikki heilt tann sami, sum hann var, tá The Dreams vóru í hæddini. Hans Edward og hansara menn høvdu eisini gingið stillisliga um dyrnar við hesum tiltakinum, tí hetta ongantíð var ætlað sum ein klassisk The Dreams konsert. Tað var tað heldur ikki. Tað var eitt ball. Eitt føroyskt ball við Sirkus Tinganes og øðrum slagarum frá Tazy-tíðini, umframt fleiri coverløg, ið bólkurin ber væl. Teir hugnaðu sær á pallinum. Hans Edward legði út við at siga, at teir bara ætlaðu at spæla country – hetta sagt við tjúkkari suðuroyar dialekt. Og so var óformelli stílurin líkasum lagdur. Fólkið tók væl í móti – eisini nú vaksnu droymararnir.

 

(Mynd: Jan Fagranes)
(Mynd: Jan Fagranes)

Nú vóru vit komin hálvan veg og á skránni var MC-Hár. Í 22 ár hava teir øst og argað í Føroyum, og øll hesi árini hava politiskir myndugleikar, andaligir felagsskapir og privatpersónar roynt at steðga teimum. Við hesum í huga er tað at undrast yvir, at MC-Hár ikki hevur spælt á Christiania áður, tí frístaturin hevur sanniliga havt sínar dystir við júst somu myndugleikar, felagsskapir og fólk í síni 42 ára langu søgu síni. Fyri tey, sum ikki høvdu Hamferð ovast á listanum hetta kvøldið, so var MC-Hár ivaleyst hæddarpunktið. Ikki uttan orsøk, tí tá teir fóru av aftur pallinum, so høvdu teir leverað, fyri nú at vera í MC-Hársligari jargon. Teir eru feitir, sjálvfeitir eisini, men upp á ein fittan máta. Og so eru teir eisini dugnaligir. Tað helt eg eisini, at teir vóru, tá eg sum tannáringur var til mína fyrstu konsert við teimum. Tað er minst tíggju ár síðani nú – og teir eru vorðnir minst tíggju ferðir betri! Rókur fekk Loppen at syngja ”sperm” í kór, Niels Uni stjórnaði yvirkroppaballinum meðan Rani, Heri, Jens og Jónas bóru bólkin trygt og gott gjøgnum framførsluna. Tá Spark Buzz N og restin av manningini takkaðu fyri seg, ferðaðust føroysku tónarnir um sperm víðari út í søtu luftina, sum hevur valdið á stórum parti av frístatinum, meðan gólvið í Loppen fleyt við hítum, sum ivaleyst vóru fyltar seinni. Segði nakar sperm?

 

hamferdHøvuðsnavnið Hamferð settti punktum. Herfyri spældi Hamferð í dómskirkjuni í Havn, men leygarkvøldið var leikpallurin nakað øðrvísi. Tó so er tað altíð okkurt hátíðarligt yvir løtuni, tá Hamferð spælir. Hetta sjálvandi fyrst og fremst tí, at Hamferð er ein framúrskarandi bólkur. Teir taka seg sjálvan og tónleikin í størsta álvara. Og við bara fimm árum á baki er tað eitt imponerandi huglag, teir ferð eftir ferð megna at skapa við sínum tónum. Konsert teirra leygarkvøldið á Christiania var mest líkt eini tungari og tygnarligari jarðarferð. Stórsligið og virðiligt upp á allar mátar.

 

Eitt hóskandi punktum fyri einum frálíkum føroyskum kvøldi í danska frístatinum. Takk fyri Knút Háberg Eysturstein, Øssur Johannesen, Hans Edward Andreasen, Eirikur Gilstón Corfitz, Heini Corfitz, Heini Mortensen, Niels Uni Dam, Rókur Jákupsson Jacobsen, Rani Hammershaimb Christiansen, Heri Reynheim, Jónas Bloch Danielsen, Jens V. Jacobsen, Jón Hansen, John Egholm, Theodor Kapnas, Remi Johannesen, Esmar Joensen, Jenus í Trøðini og ikki minst Edmund S. Jacobsen, fyri eitt framúr gott kvøld.

 

De forblæste øer og eitt summarkvøld á Christiania er ein andsøgn í sær sjálvum. Samansetingin av bólkum hetta kvøldið var eisini margháttlig. Men tá høvdingar hittast og undangongumenn savnast, so kann úrslitið vera gott. Tað var tað eisini á Loppen leygarkvøldið.

Hetta var fyrsti gestabloggur nakrantíð á Nudlum, og hvør er meira upplagdur enn sjálvur musketerurin innan føroyska miðlaheimin, møguliga snøggasta blondina, ið nakrantíð hevur arbeitt í Miðlahúsinum, og uttan iva ein tann besti og spískasti klummuskrivarin, ið Føroyar hevur fostra. (eftirnavnið er eisini fínt).

Tá kirkjan letur dyrnar upp

hamferd-havnarkirkju05

Tá eg fimm minuttir í átta hetta fríggjakvøldið kom oman til Havnar Kirkju, var bíðirøðin heilt oman á vegin. Ikki nóg mikið við, at øll atgongumerkini mánadagin vóru rivin burt eftir einari løtu, nei, fólk vildi eisini tryggja sær, so gott pláss sum tilber og møttu tí upp, væl áðrenn dyrnar lótu upp.

 

Har vóru hópin av fólki, ið ikki vanliga fara í kirkju, men eisini hópin av fólki, ið ikki vanliga fara til eina Hamferð konsert.

 

Hetta er í sær sjálvum vísir, at Dómprósturin Uni Næs og hansara kirkjuráð tóku røttu avgerðina, tá tey lovaðu Dómamálmsbólkinum Hamferð, at spæla konsert har.

 

Nú var eg somikið kvikur mánadagin, at eg fekk fatur á atgongumerki til konsertina, og slapp at uppliva hetta frambrot innan nýtslu av føroyskum kirkjum, og tað eri eg glaður fyri. Hetta var ein konsert har bæði klokkur, kirkjuorgul og Tórshavnar Manskór blivu partur av Hamferð upplivingini, og í deiligu akkustisku umstøðunum var ljóðupplivingin ofta stórsligin.

 

Tað er fantastiskt, at dómpróstur gongur á odda við hesum, og vónandi er hetta eitt signal til aðrar føroyskar kirkjur at royna at endurnýggja seg, við eitt nú tónleikatiltøkum, ið bróta frá.

 

Mínar vónir til konsertina vóru ivaleyst dekan ov stórar, tí henda samanrenningin av Føroya tyngsta bólki, við hesum ófatiliga inniliga og sorgblíða tónleiki og Dómkirkjuni var fín, men so ikki meira enn tað.

 

Jú hæddarpunktini vóru fleiri, og her má eg nevna løtuna har Manskórið í onkrum sum mest ljóðaði sum ein flokkur av píndum djevlum, gav “Harra Guð, títt dýra navn og æra”, eina ótrúliga feita dimensión. Lagaskráin boðaði frá góðum, um komandi fløguna, eisini frálíki og varierandi vokalurin hjá sangaranum Jón Hansen gjørdi upplivingina bæði góða og áhugaverda.

 

Men samansetingin av Hamferð og kirkjuni livdi ikki heilt upp til vónirnar. Tí  dómkirkjan er ein nokkso festlig kirkja innan, við sínum bláu, gyltu og reyðu litum, minnir hon í litavalið meira um eitt Tivoli enn eina kirkju, so tann inniligheit, ið onkur onnur kirkja kundi givið, kom ikki ordiliga til sín rætt har.

 

Sjálvandi hevur kirkjan nógva sál, og at lív og deyði altíð eru partar av hennara innihaldið til dagligt, setur síni spor, bæði hjá okkum sum vitja hana í sambandi við eitt nú dóp ella jarðarferðir, men eisini í sjálvum hølunum. Tí er ein ávís inniligheit har, men eg hevði vænta, at hetta var  meira til staðar.

 

Akkustikkurin í kirkjuni gjørdi upplivingina serliga, og eg vóni, at vit framyvir sleppa at uppliva nógvar aðrar rokkkonsertir í kirkjum kring Føroyar, tí tá dómpróstur letur dyrnar upp, so er tað eitt signal til restina av prestunum.

Tað er loyvt at larma, men hattin leggur tú frá tær!

hatturEg sat og hugdi at Degi og Viku  saman við mammu míni fyrr í kvøld, eitt innslag var um Hamferð konsertina í Havnar Kirkju. Har sá man teir í Hamferð spæla sínar tungu dómamálmstónar í ljóðroyndini í Dómkirkjuni. Ein sjón, ið má metast, sum rættiliga forkunnug, og fyri nøkrum árum síðan fullkomiliga óhugsandi. Men tað var ikki tungi málmurin, ið fall mammu míni fyri brósti, tí hon viðmerkti næstan firtin, at ein av tónleikarunum spældi í hatti, og menn mugu ikki vera í hatti í kirkju.

 

Eg haldi, at tað er undurfult, at sjálvt mín gamla mamma ikki stúrsar við um tunga og larmandi málmin í guðs húsi, men heldur fokuserar uppá teir siðir, ið nú einaferð eru í  kirkjuni, so sum hattareglan.

 

Soleiðis er eisini við tí at klappa í kirkju, tað ger man ikki, og tá eg seinni í kvøld var til konsertina, og restin av kirkjufólkinum  klappaði, mátti eg kempa fyri eisini at klappa, tí tað sat so djúpt í mær, at tað ger man ikki.