Tað er løgið, sum summi fólk eru løgin. Her hugsi eg serliga um tær serligu verur sum sita í blaðstjórnini á Dimmu.
Nú eru nógv fólk løgin á dámligar mátar, men tað er ikki hetta slagið av dámligum løginleika, sum merkir blaðstjórnina á Dimmu. Hetta er heldur okkurt sum líkist politiskum snævurskygni.
Hetta løgna politiska snævurskygni kemur ofta til sjóndar í teimum ofta stak áloypandi oddagreinunum.
Ein oddagrein er ikki undirskrivað, tí er ikki talan um persónlig sjónarmið hjá tí ið skrivar, ein oddagrein umboðar sjónarmiðini hjá sjálvum blaðnum.
Summi hugsa kanska: “Dimma er eitt sambandsblað og tí verður oddagreinin hareftir”. Men hetta er júst trupulleikin og tað løgna við blaðstjórnini; Dimma roynir á pappírinum ikki at vera eitt sambandsblað. Í undiryvirskriftini selur Dimma seg sum óheft og álítandi, blaðfólkið sigur at tað arbeiðir út frá onkrum luftigum ideali sum tað rópar “objektivitet”.
Hví velur eitt óheft og álítandi objektivt blað at vera politiskt snævurskygt í sínum sjónarmiði? Hetta er í besta lagi eitt løgið val av blaðstjórnini.
Seinasta árið hevur Dimma í heilum lagt eftir bólkinum 200, tí teir arga sambandsmenn. Oddagrein eftir oddagrein hevur fordømt 200. Teir verða kallaðir bæði líkt og ólíkt. Dimma hevur staðið á einum hermóti og barst fyri neyðars happaða sambandsmanninum. Hvørja ferð 200 hava gjørt vart við seg hevur Dimma skeldað.
Hetta er sjálvandi sera stórsinnað av Dimmu. Oddagreinirnar hava málað eina mynd av veika sambandsmanninum, sum blívur háðaður og spottaður av kynisku tjóðveldismonnunum í 200.
Eg skal ikki her siga um 200 veruliga forfylgja og happa ella um talan er um óskyldiga politiska satiru, sum kann samanlíknast við Ólavssøkukabarettina ella Óla P. tá hann plagdi at vera stuttligur.
Nei mín trupulleiki er, at eg ikki skilji hvussu ein sokallað óheft blaðstjórn á einum álítandi blaði soleiðis finnist so nógv at júst 200, hvørja ferð bólkurin ger vart við seg.
Um hetta veruliga er almenn ónøgd við happing, so er ringt at skilja hví Dimma ikki hevur lagt eftir Óla P., tá hesin seinnu árini hevur ført eina hets móti landstýrismanninum í fullveldismálum, ella eftir Jóannes í Innistovu tá hann sendur muslimar, buddistar og onnur til helvitis, ella móti Hilmar Jan, tá hann leggur út við at spæla fúlheitirnar hjá Innistovumanninum frá morgunstundini, so at gud og hvør maður verður sendur til helvitis mitt í morgunmatinum. Her er ikki talan um skemt, men óndsinnaðan ágang.
Um tað veruliga eru tey veiku Dimma roynir at hjálpa, hví skriva teir so einki um hesi evni. Ella er tað kanska tað, at Dimma veit, at propaganda er lættast at selja ílatin objektivitet?