Soundtrack til eitt samgonguskjal

Eg skal viðganga, at sjáldan havi eg verið illari inn á politikk, enn tá myrkursins samgonga tók valdið. Tá samgonguskjalið varð kunngjørt, gjørdi eg mær hetta soundtrackið, og sat so og østi meg til tónleik.

 

Men well, har bleiv ongin kollvelting, í staðin siti eg har á mínum bloggi og berjist við tí vápni, ið er mítt hvassasta svørð, nevniliga mínar skrivigávur. Tað er tó altíð gott at venda aftur til playlistan og fyri at finna íblástur, ið hesum stríði móti sjálvsøkni og materialari kúgan.

Heim og skúli sigur orsaka

Í dag biður felagið heim og skúli um umbering fyri ófatiliga tápuligu avgerðina í gjár, tá forkvinnan hefti felagið politiskt til tað fundamentaliska kristna høgra. Felagið viðgongur, at forkvinnan hevur virka uttan at hava alla nevndina aftan fyri seg.

 

Eg fegnist um, at felagið biður umbering, og eg vóni, at hetta mál er við til at vísa nevndum í tílíkum feløgum, hvussu týdningarmikið tað er, at tey sum umboða felagið hugsa, áðrenn tey skriva, og at tey eisini skilja, hvussu týdningarmikið óheftni er, skal felagnum vera lív laga.

 

Eg kann fyri mítt viðkomandi siga, at eg sum so ikki havi verið so øgiliga upptikin av hvat hetta felagið, men eftir hendingina í gjár  kannaði eg endamálsorðingarnar, og hetta tykist sum eitt sera gott felag í teoriini.

 

Eg vóni tí veruliga, at felagið við tíðini kann vinna trúvirðið aftur. Hetta fer tó at krevja, at forkvinnan er munandi meira seriøs í sínum atburði enn hon hevur verið seinastu dagarnar. At senda homofobiskar meldingar út uppá ryggin av øðrum, uttan at hava kunna nevndina, er ikki nóg gott.

Tónlistarliga opinberingin

Nakað av tí besta eg havi funnið á tónlistarliga økinum seinasta árið er the Pickin’ On Series, við bluegrass útgávum av kendum løgum. Ljóðar kanska stuttligt, men júst tað, at eingin ironi er í hesum, ger tað feitt:

 

Lippukassin – Kappróður, politikkur og fjórða statsmaktin

Eg harkaði eitt sindur, bannaði eftir sambandsflokkinum og fekk mær uppí munnin av heita drekkanum, men tað skuldi eg ongantíð havt gjørt – tí í somu løtu trein Bárður Nielsen fram á skíggjan – Bárður Nielsen topkandidatur í einum tí tættasta valøkinum í landinum Norðurstreymoy – Bárður Nielsen ungt stjørnuskot í sambandsflokkinum dagin áðrenn valið, í einari langari reklamusending goldin av mínum sjónvarpsgjaldi.

 

Klumma eg skrivaði, tá Sjónvarp Føroya hjálpti Bárði Nielsen at fáa eitt super gott val í 2002. Les hugleiðingina um vánaliga arbeiði hjá Sjónvarpinum her

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Okkurt skal barnið eita, og Hatespeech er longu eitt orkesturnavn

Í einari roynd at føra síni høgraradikalu kristinfundamentalistisku sjónarmið fram, hevur nevndin í Heim og Skúli í dag, sent eitt skriv út, ið vísir, at talan er um ein felagsskap, ið prædikar manglandi tolsemi, tað sum á útlendskum eitur Hatespeech. Hetta skriv hevur fingið meg, at melda meg úr Facebook bólkinum hjá hesum ónda felagsskapi.

Skriv teirrra er soljóðandi:
Sosialurin skrivar at LGBT ynskir at koma út á skúlarnar – og barnagarðarnar – at tosa um kynsliga orientering.
Vit vilja sum foreldrafelag gera vart við, at tað hevði verið at gjørt seg inn á børnini, um vit loyvdu felagsskapum ella fyritøkum við egnum seráhugamálum, sum til dømis LGBT inn í skúlan við sínum boðskapi.
Tað kann samanberast við at Eik Banki kemur og sigur, at peningur er ein tíðandi partur av lívinum, og at Eik Bandi tí nú skuldi inn á skúlarnar, at undirvísa børnunum um peningaviðurskifti.
Vit vænta av almennu skúlunum at teir tryggja, at skúlagongdin hjá børnunum er í tráð við fólkaskúlalógina, og at teir ikki loyva bólkum við egnum seráhugamálum inn at undirvísa okkara børnum.
Foreldrafelagið
Heim og Skúli

At samanbera ein felagsskap sum berjist fyri mannarættindum við ein banka, er beinleiðis ófantaligt. Felagskapurin heldur vónandi uppat við at goyma seg handan misvísandi nøvn sum Heim og Skúli. Eitt meira hóskandi navn, ið betur lýsir virksemið, kundi verið:  Høgraradikal Kristin Skúlareinsan, ella kanska Hatespeech, her er tó longu eitt orkestur, sum brúkar tað navnið.
Á heimasíðuni Heimogskuli.fo lýsir felagið sítt virksemi soleiðis:

 

Landsfelag fyri foreldur

Foreldrafelagið Heim og Skúli varar av áhugamálum hjá foreldrum og verjum í føroyska fólkaskúlanum.

Heim og Skúli arbeiðir fyri einum føroyskum fólkaskúla, sum setur dygdarundirvísing í hásæti: skúlanæmingarnir skulu styrkja sínar fakligu førleikar og læra at nýta sína vitan í breiðum høpi. Eitt gott læringsumhvørvi er eitt stað har børnini trívast, og tí skal trivnaðurin varðveitast. Hvussu kunnu vit foreldur stuðla uppundir hetta?

 

Limir í landsfelagnum eru fólkavaldu foreldraumboðini í skúlastýrunum á teimum 60 fólkaskúlunum kring alt landið. Øll foreldur við skúlabørnum kunnu tekna limaskap.

Altso ikki eitt orð um at felagið er radikalt kristið, og opinbart er tað so fordømt, at fólkavaldu umboðini í skúlastýrum kring landið eru kroyst uppí felagsskapin.
Hetta er forkastiligt. Vónandi fara ongir almennir pengar til hetta virksemið

Lippukassin – Sporvognar

“ja,” segði eg “ eg rokni við

at hatta var endin á

sporvognunum.

vit noyðast at finna okkurt

annað.”

 

“gentur,” segði Frank.

 

“gentur?” tað tyktist sum eitt nokkso

stórt lop.

 

“tað er tað einasta sum er

eftir,” segði Frank.

 

Umseting, ið eg gjørdi í 1998 av yrkingini Sporvognar hjá Charles Bukowski. Eg veit ikki heilt um eg gevi henni neyðugu dygdina í mínari umseting, men um hetta kann íblása onkran til at kanna originalin, so stendur væl til. Hetta er ein rættiliga ráð umseting, ið ikki er rættlisin ella ordiliga gjøgnumskriva, haldi tó at hon er verd at lesa.

 

Les Sporvogna yrkingina í fullum líki her

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Fjepparahugleiðing áðrenn dystin móti Barcelona

Síðan Di Matteo tók sessin sum venjari eru støðugt fleiri fólk møtt upp í Café Natúr at hyggja at dystinum, og í kvøld verður einki undantak, tá vit Chelsea fjepparar fara at hittast og síggja okkara lið spæla seg framvið Barcelona og inn í Champions League finaluna.

 

Heimsins besta fótbóltslið, kanska enntá heimsins besta fótbóltslið nakrantíð, positivu lýsingarnar av Barcelona skorta ikki, og fellur prátið á lítla argentinska bóltsnillingin Messi, so fara lýsingarorðini upp at sveima, sum gongustjørnur.

 

Liðið sum tvær ferðir seinastu árini hevur smurt United av í Champions League finaluni, hevur ongantíð havt líka væl fatur á Chelsea, og hava vit ikki tapt móti Barcelona seinastu seks dystirnar. Henda sannroynd kom eisini til sjóndar í dystinum á Stamford Bridge, tá eitt bangi Barcelon lið, mátti flúgva heim við einum ósigri og ikki so frætt sum einum einasta máli á útivølli.

 

Í vikuskiftinum valdi Di Matteo at spæla við einum nógv skerdum liðið, har ikki færri enn 8 leikarar, ið vístu Barcelona durðafjórðingin mikudagin, vóru spardir. Hetta merkir, at leikarar sum Ramires, Lampard, Mata, Cole, Mikel er væl fyri til dystin, eisini er Ivanovic, ið hevur  leikbann ein dyst afturat klárur at gera lívið trupult fyri bóltsnillingarnar hjá Barcelona. Drogba, ið var sera illa viðfarin í  fyrra dystinum er eisini klárur, og man vera favorittur at byrja inni.

 

Paul Dutton hagtalsserfrøðingurin hjá Chelsea vísir á, hagtølini eru við okkum, ikki einans hava vit ikki tapt ein dyst móti Barcelona seinastu seks dystirnar, men Barcelona hevur ongantíð vunnið eina hálvfinalu eftir, at liðið hevur tapt fyrra dystin.

 

Nógv hevur verið tosað um støddina á vøllinum hjá Barcelona, ið er tveir metrar longri og ein metur breiðri enn Stamford Bridge, men til hetta kann sigast, at bæði Wembley og Emirates hava somu mát, og har hevur ikki gingið so galið seinastu tíðina.

 

Vit hittast í Café Natúr, har er eisini møguleiki at gjalda limagjald í fjepparafelagnum. Tit sum hava goldið limagjald fyri 2012, kunnu avheinta tykkara limakort hjá nevndini í Café Natúr.

 

Eisini ber til at flyta limagjald á minst kr. 40 á konto nr.6460-0003671072 í BankNordik. Minst til at viðmerkja navn hjá tí ella teimum, ið limagjaldið er fyri.

Vegna nevndina, Niels Uni Dam, formaður

Tað komiska valið

Havi júst fingið mítt valkort, og hóast eg enn ikki ani, hvat eg skal atkvøða um, so havi eg hug at ilskast.

 

Tað er nakað forferdiligt roks, at landsstýrismaðurin við ábyrgd fyri kommunubygnaðin soleiðis brennur eina millióna upphædd av uppá eina fólkaatkvøðu, ið bert hevur eittans endamál, og tað er at spara honum fyri at taka eina avgerð.

 

Løgtingið og tess serfrøðingabólkar hava fyri nógvum árum síðan meldað út, at kommunur skuldu leggjast saman, og at øki so skuldu leggjast út til tær at umsita. Í dirvisloysi varð hetta ein sjálvboðin samanlegging. Nógvar kommunur hava fylgt hesum boðum, og samanleggingarnar hava verið meira ella minni hepnar. Men nakrar kommunur hava enn valt ikki at spæla við, hóast tær hava havt møgulleikan í fleiri ár.

 

Tí er støðan hjá Kára Højgaard ein ynskistøða. Tað er upplagt at kommunurnar, ið enn ikki eru lagdar saman, verða lagdar saman við lóg, og at henda samanlegging byggir á rationel, fíggjarliga skilagóð viðurskifti, og atlit verður tikið til hvat er best fyri landið. Tær hava týðiliga ikki livað upp til sjálvbodnu samanleggingina, og tí má hetta gerast fyri tær.

 

Men Kári Højgaard vísir seg, at vera líka konfliksky, sum man hevur ræðst fyri. Hann torir ikki at traðka á nakrar kommunubibbur, og vil tí hava eina fólkaatvøðu, kosta hvat tað kosta vil. Men enn hevur hann ikki greitt nakað skilagott frá, um hví hetta skal til fólkaatkvøðu.

 

Støðan blívur bara alt meira komisk, tá hugsað verður um, at hetta er ein stjórn, sum annars hevur gjørt eina dygd burtúr at viðtaka alt í óðum verki.

Langt síðan eg fekst við rættarheimsspeki

Tá eg las heimspeki, valdi eg at fokusera á rættarheimspeki, revsing, varðhaldsfongsling og søguna hjá fongslum. Sjálvt mín serritgerð á samskifti fekst við varðhaldsfongsling. Men hóast áhugin var stórur fyri hesum evnum, so havi eg faktiskt næstan ikki fingist við hetta, síðan eg fór úr skúlanum. Tí var áhugavert, at vera við í Geymanum í dag.

Hoyr Geyman her

Les mína serritgerð her

Les mína ritgerð um søguna hjá revsing her

Les mína ritgerð um varðhaldsfongsling her

Lippukassin – En lille bemærkning om statministerens Føroya-visit

Som tro læser af Politiken var det med skuffelse, at jeg på flyet mellem Færøerne og Danmark i onsdags på forsiden læste en direkte fejlagtig artikel. Jeg ved ikke om Politiken har en journalist på Færøerne,  eller om det er på grund af uvidenhed, at artiklen er fyldt med fejl.


Hetta lesarabræv sendi eg til Politiken í januar 1998. Lesarabrævið bleiv tó  ikki tikið upp av Politiken, og avleiðingin var, at eg misti virðingina fyri blaðnum og Politiken misti meg sum haldara. Les lesarabrævið her.

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum